Sponsku Seat bilarnir eru ætla_ir sum sportligar útgávur av tilsvarandi VW bilum. Vi_ ta_ at VW konsernin eigur Seat verksmi_juna, er talan um VW bilar vi_ sjálvstø_ugum modellum og búmerkjum. Eins og Seat Ibiza hevur Cordoba eina framkomna undirvognsskipan, i_ gevur bilinum sportligar koyrieginleikar og fast vegtak. Elektrohydrauliska servost_ringin gevur bilinum eina sera stútta og beinlei_is st_ring. Sama er galdandi innan, har setrini og instrumentbor_i_ eisini eru í sportligum stíli.
Lasersveisingarnar av heilgalvanisera_a karossaríinum gera sítt til, at bilurin virkar stabilur at koyra, og samlikvaliteturin er í topp. Innan tekniska menningina er Cordoba ein sera framkomin bilur. Plassi_ innan er ta_ sama sum í Ibiza, men Cordoba hevur eitt vi_førisrúm upp á heilar 485 litrar, i_ størri enn vanligt fyri bilar í hesum klassanum, men hann er eisini 33 cm longri enn Ibiza.
Minnir um Alfa
Bilurin er væl ljó_doyvdur og líti_ hoyrist til motorin inni í kabinuni. Ta_ at Cordoba minnir um italsku Alfa Romeo, kemur av at kendi bildesignarin, Walter de Silva, sum t.d. tekna_i Alfa 156, seinastu tr_ árini hevur starvast hjá Seat.
Cordoba fæst vi_ trimum bensinmotorum frá 64 til 100 hk og trimum dieselmotorum frá 64 til 130 hk. Talan er um ein væl útgjørdan bil vi_ t.d. ABS bremsuskipan vi_ elektroniskum bremsukraftdeilara, airbag framman og í sí_unum, fjarst_rt sentrallás, el-sí_urútum framman, el-sí_uspeglum vi_ hita, ratti_ kann stilast allar vegir, hita í sprinklaradysunum, forlyktavaskarar og hita í forsetrunum.
Seat Cordoba 1,4 16V
Motorurin1.4 litur 4 syl. bensin 101 hk
0-100 km/t11,5 sek
Bensinn_tsla15,2 km/l
Dekkstødd195/55-15
Stødd og vekt:
Longd428,0 cm
Breidd170,0 cm
Hædd144,0 cm
Eginvekt1075 kg
Vi_førisrúm485 litrar
Prísurkr. 152.000. metallakk + (3.000)
Søluumbo_Bilasølan v.Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-110 Tórshavn
Tel. 315354
www.audi-vw.net