Millum mongu nøvnini, sum fara á pall á Tórsfest 2016, verður heimsstjørnan Sean Kingston. Tað boða fyrireikararnir frá í dag.
Leygarkvøldið fyri ólavsøku verður gongugøtan í Havn so aftur fylt við tónleiki og veitslulag, og í ár hevur tað eydnast at fáa heimsstjørnuna Sean Kingston úr U.S.A. til Føroyar at framføra.
Sean Kingston gjørdist heimskendur í 2007 við lagnum “Beautiful Girls”, sum hevur ligið nummar eitt á nógvum hittlistum kring heimin, m.a. á Billboard Hot 100 og UK Singles Chart. Síðani tá hevur Sean Kingston útgivið fleiri fløgur og eina rúgvu av stakløgum - herav fleiri saman við øðrum kendum sangarum, sum t.d. Nicki Minaj, Chris Brown, Kanye West, Flo Rida, Wyclef Jean, Akon og Dr. Dre. Eisini hevur hann útgivið nógv spælda lagið "Eenie Meenie" saman við Justin Bieber. Lagið hevur í løtuni um 200 mió. hyggjarar á YouTube. Sean Kingston hevur somuleiðis verið á konsertferð við songkvinnuni Beyoncé í sambandi við hennara “The Beyoncé Experience Tour”.
So einki er at ivast í, at hetta er ein maður av allar ovastu hill, sum nú verður at hoyra í gongugøtuni í Havn, leygarkvøldið 23. juli.
Umframt Sean Kingston er eisini avdúkað, at vælumtókti danski bólkur Saybia, Týr, Marius og MC-Hár eisini fara á pall í gongugøtuni í Havn. Komandi tíðina verða enn fleiri føroysk og útlendsk nøvn avdúka.