Sean Connery stevndur

Ein granni hjá heimskenda filmsleikaranum Sean Connery krevur, at tann 74 ára gamli filmsleikarin skal rinda 30 milliónir dollarar í endurgjaldi.

Grannin vil vera við, at tað er ikki livandi fyri gangi úr íbúðini hjá Sean Connery. Eitt nú sigur hann, at handverkarar hava arbeitt inni hjá Sean Connery, og at hetta arbeiðið hevur verið so ógvusligt, at leki er komin á vatnrør, og at hansara egna innbúgv javnan hevur verið fjalt av dusti. Harafturat vil grannin vera við, at Sean Connery er sera óhøviskur, skrivar New York Daily Mail.

Ein talskvinna hjá tí kenda filmsleikaranum sigur við blaðið, at sonur Sean Connery eigur íbúðina á Manhattan, men at filmsleikarin sjálvur er sjáldan í New York. Hon vísir øllum skuldsetingunum hjá grannanum aftur og leggur afturat, at í USA ber til at krevja endurgjald fyri mangt og hvat.