Seattle Seahawks vann í kvøld 48. útgávu av Super Bowl, sum er heimsins størsta eindags ítróttartiltak og stóra finalan í amerikonskum fótbólti. Hetta hendi, tá ið teir vunnu óvæntað stórt 43-8 ímóti Denver Broncos.
Peyton Manning, sum er quarterback hjá Denver Broncos og áður hevur vunnið Super Bowl við Indianapolis Colts, hevur verið snúningsdepilin á einum liði, sum hevur verið einaráðandi í ár og millum serfrøðingar verður mett at hava eitt av bestu álopunum nakrantíð.
Í kvøld fingu teir tó ein stóran bita at gloypa, tí at mótstøðuliðið, Seattle Seahawks, hinvegin sigst at hava eina av bestu verjunum í søguni og í hagtølunum hevur greitt bestu verju í NFL. Dysturin ímillum álop og verju var lættur at spáa um, men tað skuldi vísa seg, at verjan hjá Seattle Seahawks var ein alt ov stórur biti at gloypa hjá Peyton Manning og Denver Broncos.
Dysturin byrjaði ógvuliga sjáldsamt við einum safety til Seattle Seahawks longu í fyrsta vanliga framrættaða spæli, og við støðuna 2-0 og bóltinum í hondini hugdi Seattle Seahawks ongantíð afturum seg og var á odda 22-0 í hálvleikinum.
Seinni hálvleikur byrjaði við einum kickoff-return til Seattle Seahawks, og so var støðan 29-0. Søgan helt fram og Seattle Seahawks rann Denver Broncos yvir enda við at vinna greitt 43-8. Verjan hjá Seattle Seahawks var ræðandi stinn og Peyton Manning og venjaratoymi hansara megnaðu ongantíð at finna lykilin at lata verjuna upp.
Hetta er fyrstuferð í søguni, at Seattle Seahawks vinnur Super Bowl.
Nógvir av Denver Broncos-fjepparunum vóru somikið ónøgdir, at teir longu tíðliga í seinna hálvleiki fóru til hús. Hetta hóast atgongumerkini til Super Bowl kosta alt ímillum 2.700 og 14.300 krónur.
Mett verður, at upp ímóti einari milliard hyggjarar hava hugt eftir Super Bowl í nátt føroyska tíð. Super Bowl er annars ógvuliga umfatandi og trygdin í hásæti, og nevnast kann m.a., at 500 løgreglumenn og omanfyri 1000 trygdarvørar vóru á MetLife Stadion í New Jersey til dystin.