Seabourn Quest vitjar aftur í Runavík komandi fríggjadag.
Runavíkar Havn boðar við hesum frá, at ferðamannaskipið Seabourn Quest, ið vitjaði
í Runavík hin 24. juni, kemur aftur fríggjadagin 27. juli og liggur við kai frá kl. 10.00 til
kl. 23.00, skrivar Runavíkar Havn í tíðindaskrivi.
Skipið skuldi eftir ætlan inn á Tórshavn. Umboðsfelag hjá Seabourn Quest er Tor Shipping.