Tað vóru formaðurin í B68, Jógvan Højgaard og annar av eigarunum av fyritøkuni Sea Star, Jákup Martin Kjeld, sum undirskrivaðu avtaluna. Teir, sum eiga fyritøkuna Sea Star, eru brøðurnir Jákup Martin og Høgni Kjeld, og saman við teimum var eisini Jan Danielsen, stjóri, við til undirskrivingina. Jógvan Højgaard, formaður í B68, sigur, at hetta helst er hin besta sponsoravtalan, sum felagið hevur gjørt, og hann segði seg vóna, at fyritøkan eisini kemur at fáa nakað burtur úr avtaluni.










