Felagsskapurin boðar í dag frá, at tey hvørki senda skip ella fólk til Føroyar í 2016.
- Í 2016 senda vit eingi skip til Føroya. Tað er alneyðugur tørvur á skipunum aðrastaðni, og nú er tíðin komin at framleiða ein dokumentarfilm og seta í verk tiltøk móti donsku og føroysku ferðavinnuni. Harumframt fara vit at troyta løgfrøðiligar møguleikar at avdúka og reisa ákæru um brot á evropeiskar og altjóða lógir.
Tað skrivar Sea Shepherd Global á teirra heimasíðu í dag.
Harvið er greitt, at felagsskapurin, ið seinastu tvey árini hava eyðmerkt føroyska summarið, ikki venda aftur til landið í summar.
Sea Shepherd var fyrstu ferð í Føroyum í 1983, og vendu aftur í 1985 og 1986.
Síðani var langur steðgur í fleiri ár, men í 2000 var felagsskapurin aftut í Føroyum.
Síðani hevur felagsskapurin vitjað oyggjarnar í 2010, 2011, 2014 and 2015.
Felagsskapurin leggur tó upp til, at skipini møguliga venda aftur til Føroya í summar, ella kanska slett ikki í fleiri ár.
- Møguliga venda skipini og landmanningin aftur til Føroya um nøkur ár, møguliga, møguliga ikki. Møguliga venda tey aftur í summar, møguliga, møguliga ikki. Strategiin má vera umskiftandi og flytingar mugu vera sum rennandi vatn, leitandi eftir øllum møguleikum.

Sea Shepherd: Vit koma ikki í summar
















