Sea Shepherd umboð álopin í Skopun

Paul Watson skrivar nú á Facebook, at ein maður, sum er í Føroyum fyri Sea Shepherd, varð álopin um vikuskiftið av ávirkaðum føroyingi í Skopun.

Paul Watson skrivar nú á Facebook, at ein maður, sum er í Føroyum fyri Sea Shepherd, varð álopin um vikuskiftið av ávirkaðum føroyingi í Skopun. 

Paul Watson skrivar, at maðurin, Sergio, sat í sínum bili í Skopun, og brádliga kom ein annar bilur framvið sum steðgaði, og ein maður leyp úr bilinum, og fór at banka harðliga á rútin hjá Sea Shepherd fólkunum. 

 

Síðani hálaði illi maðurin Sergio úr bilinum, og slóð hann, so hesin fekk blátt eyga, og breyt sær fingrarnar. 

 

Stutt eftir kom pápin at føroyingum framvið, og orsaka hendingina. 

 

Sambært Paul Watson á Facebook er málið melda til løgregluna.