Hóast grindin, ið bleiv funnin norðanfyri Gásadal í dag, ikki bleiv dripin, so tykist tað ikki at gera nakran mun hjá Sea Shepherd. Fólk hjá felagskapinum vóru til staðar í Bø í dag til tað, ið tey skýrdu fyri eina tilætla plágan av hvalum.
Fleiri ferðir í summar hava fólk frá felagsskapinum sent beinleiðis frá grindadrápum á facebook-síðuni Sea Shepherd Faroe Islands Campaign. Somu fólk vóru til staðar í dag, har tey sendu beinleiðis frá rakstrinum og merkingini av grindini. Upptøkan steðgar tó, tá ein føroyingar spyr um tey koma frá Sea Shepherd.
Til upptøkuna skriva tey, at raksturin tók hálvanfjóðra tíma, og at børn sluppu at sita á hvalunum, tá teir lógu á sandinum.
- Ein av føroysku monnunum lyfti sítt barn, so tað kundi sita uppi á einum livandi grindahvali. Merkingin er sein og ónd, har fleiri grindahvalir verða hildnir niðri á sandinum, meðan aðrir limir í bólkinum svimja skelkaðir í grunna vatninum og svimja sjálvir á land nærhendis. Slík tilætlað plágan av hvalum er ólóglig í Evropeiska Samveldinum, skrivar felagsskapurin í viðmerking til beinleiðis upptøkuna.
Tað er Náttúrugripasavnið, ið tekur sær av at merkja grindina. Mannagongdin er soleiðis, at grindin verður rikin inn, og so verða 4-5 hvalir tiknir burtur úr, sum so verða merktir á landi. Teir fáa ein sendara boraðan í hornið. Uppá hendan mátan fær Náttúrugripasavnið funnið útav, hvussu og hvar grindin ferðast og hvørjum stovni hvalirnir, ið koma til Føroya, eru partur av.
Sýslumaðurin upplýsir annars fyri in.fo, at ein grindahvalur doyði, tí hann lá ov leingi á sandinum.










