Keiputekningarnar hjá Jógvani á Høvdanum vera nú útgivnar í bók og teknirøðin er nú farin til prentingar. Tað boðar teknarin sjálvur frá á heimasíðu sínari nordportal.net.
In.fo skrivaði í oktobur, at tekningarnar fóru at koma í bók, og nú er útgávan so á trappuni. Teknirøðin verður í A5 stødd og telur 60 síður av tekningum. Eftir ætlan skal bókin koma út áðrenn jól.
Tað er FøroyaPrent, sum prentar teknirøðina.










