Tað var sjón fyri søgn í Nólsoy í dag seinnapartin, tá fýra mans frá Sea Shepherd stjóru øl í handlinum í Nólsoy.
Eitt skip hjá Sea Shepherd hevur ligið úti í Nólsoy allan dagin, uttan fyri grótkastið fyri íla.
Teir sigldu í morgun í einum gummibáti inni á víkini, men komu tó ikki upp á land.
Seinnapartin komu so fýra mans í land og inn í handilin í bygdini. Teir keyptu eitt rugbreyð og eitt fransbreyð, og so tóku teir tvær øl úr einum kassa inni í handlinum og fóru út uttan at gjalda fyri tær.
Kvinnan við kassan sá væl, at teir tóku ølirnar, men gjørdist so ovfarin, at hon ikki kravdi pengarnar frá hinum, sum vóru við.
Nú kann sigast, at talan var »bara« um tvær ljósar øl, men tað er meira tað inntrykk tað gevur, at Sea Shepherd menninir soleiðis ikki himprast við at bara taka tað, teimum lystir.
Tað er ikki so víst, at Sea Shepherd fólk eru so vælkomin á land í Nólsoy meira.










