Sea Shepherd rýmdi til Leirvíkar

Løgregla og Sea Shepherd mala um hvønn annan á Fuglafirði

- Vit skilja ikki meiningina.

Tað sigur Jessie frá Sea Shepherd, nummar fýra vinstrumegin á myndini, við in.fo í morgun. 

 

Tá ið umboð fyri Sea Shepherd ætlaðu sær til Fuglafjarðar í morgun við skjóttgangandi bátum at flota teir, steðgaði løgreglan teimum á Kambsdali og vildi ikki loyva teimum oman í bygdina.

 

Hetta var samstundis sum at løgreglan hevði venjing á Fuglafirði í at jagstra skjóttgangandi bátar.

Tá ið Sea Shepherd ikki sluppu til Fuglafjarðar, fóru til til Leirvíkar ístaðin. Har flotaðu tey tveir bátar - og fóru beint inn á Fuglafjørð, har løgreglan vandi.

 

Les eisini: Løgreglan lærdi seg at jagstra Sea Shepherd

 

Óvist er um ætlanin var at provokera, men var tað endamálið, miseydnaðist tað fullkomiliga, tí løgreglan læt akkurát sum einki og læt tey stima á fjørðinum, sum teimum lysti.

 

Men tey í Sea Shepherd skilja ikki, hví tey ikki kundu sleppa til Fuglafjarðar.

- Tað er undarligt og vit sakna eina grundgeving frá løgregluni, siga tey við in.fo

Tey siga eisini, at tey eru sinnað at gera eftir boðum frá løgregluni.

- Vit mugu bara góðtaka boðini frá løgregluni, tí vit hava ongan hug at berjast við løgregluna. Vit eru ikki komin til Føroya at berjast, men at bjarga hvalum, siga umboðini fyri Sea Sheperd við in.fo