Føroyski myndamaðurin Benjamin Rasmussen biður Sea Shepherd gevast at nýta sínar myndir.
Í opnum brævi til Sea Shepherd skrivar Benjamin Rasmussen, at hann ynskir ikki, at hansara myndir vera nýttar í hesi herferðini móti føroyskum grindadrápi. Sea Shepherd hava eysæð ikki sett seg í samband við myndamannin, um at fáa loyvi at nýta myndirnar, og tí biðjur Benjamin Rasmussen nú felagsskapin gevast at nýta hansara myndir.
Benjamin Rasmussen sigur, at hann er tilreiðar at virka saman við Sea Shepherd, um teir ynskja at skipa fyri einum virðiligum samskifti millum altjóða samfelagið og føroyska fólkið. Hann ynskir tó ikki at hansara arbeiði skal nýtast sum "eitt tól í eini einsíðaðari mentanarligari imperalismu".
Benjamin Rasmussen hevur givið Sea Shepherd freist til í kvøld, 20. juni, at strika hansara myndir frá øllum teirra tilfari, heimasíðum og sosialum miðlum. Um ikki, hóttir Benjamin Rasmussen við at stevna Sea Shepherd Conservation Society.