Partur av próvførsluni hjá ákæruvaldinum móti Sea Shepherd er ein frásøgn frá donsku Veterinærstyrelsen.
Ákæruvaldið hevur biðið danska Djóralæknastýrið meta um, hvørt siglingin hjá Spitfirebátinum kann metast at hava volt skaða á springararnar.
Ákæruvaldið hevur sett Djóralæknastýrinum tríggjar spurningar. Fyrsti spurningurin er, um slík sigling kann hugsast at fáa springararnar at skifta kós og ferð, so sum løgreglan metti, tá teir sóu støðuna.
Til hetta svarar Djóralæknastýrið játtandi. Tað sigur, at skjót sigling við einum kraftigum motori førir til nógv óljóð, sum kann loypa hvøkk á hvalirnar. Um springararnir hava verið raktir av báti áður ella verið jagstraðir áður, vekir hetta minni, sum fær hvalirnar at flýggja.
Djóralæknastýrið er eisini spurt, um slík sigling er vandaleys ella kann væntast at skaða springararnar.
Til tað svarar Djóralæknastýrið, at djór skulu verjast í størst møguligan mun og mugu ikki útsetast fyri óneyðugari líðing. At sigla í 12 minuttir í høgari ferð, vil føra til munandi angist og ampa fyri springararnar. Djóralæknastýrið ivast ikki í, at talan er um vanrøkt av djórunum. Tó ber ikki til at siga, um springararnir hava liðið kropsligan skaða av siglingini.
Djóralæknastýrið spyr eisini, um slík áttatalssigling inniber skilaleysa ella harða viðferð, vanrøkt, strongd, órógv ella líðing fyri bólkin ella einstakar springarar.
Eisini her svarar Djóraverndarstýrið játtandi. Slík sigling kemur bólkinum í álvarsaman vanda, og skapar órógv og angist millum djórini. Talan er heilt víst um óneyðuga vanrøkt av djórum, sigur Djóralæknastýrið.