Hálvan juni byrjar nýggja herferðin hjá Sea Shepherd ímóti grindadrápinum, og nú heitir felagsskapurin á fólk um at hjálpa teimum við útgerð til Føroyaferðina.
Tað eru fólkini, ið skulu verða á landi, sum mangla ymiskt. Sea Shepherd biður fólk um at lata teimum kikarar, upptøkutól, iPhone, iPad, regnklæði, pakkasuppu og annað. Alt er vælkomið, sigur Sea Shepherd á Facebook-vanganum.
Útgerðin til Sea Shepherd fólkini skal sendast til Bremen, har skipið Bob Barker, ið verður partur av herferðini í Føroyum, liggur í løtuni.
Herferðin "Sleppið grindini" skal eftir ætlan byrja mánadagin 15. juni.