Sea Shepherd komnir til landið

Leingi hevur ljóðað, at djóraverndarfelagsskapir í rikiligum tali fara at koma til Føroya at steðga møguligum grindadrápi, og teir fyrstu tykjast vera komnir.

Stutt fyri døgurða í dag kom ein av lesarum okkara inn á gólvið. Í myndatólinum hevði hann myndir av einum manni frá Sea Shepherd.

Í hvussu er stóð navnið á felagsskapinum á rygginum hjá manninum. Lesarin tók fleiri myndir av manninum, men tá hann ætlaði at tosa við hann, fór hann avstað.

Sum sæst á myndini goymir maðurin ikki, hvønn felagsskap hann hoyrir til. Enn er ikki greitt, um hesin maðurin er komin einsamallur til Føroya, ella hann er ein partur av einum størri bólki.

Rúni Gudmundarson hevur tikið myndina.