Sea Shepherd í Løgtingið í morgin

Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11 í morgin, fer Løgtingið at viðgera uppskot frá Tjóðveldi til samtyktar um tilbúgving, átøk og lóggávu at fyribyrja fráboðaðum ólógligum virksemi í Føroyum.

Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11 í morgin, fer Løgtingið at viðgera uppskot frá Tjóðveldi til samtyktar um tilbúgving, átøk og lóggávu at fyribyrja fráboðaðum ólógligum virksemi í Føroyum.

 

Málið er lagt fram í kjalarvørrinum av herferðini hjá Sea Shepherd í Føroyum í summar.

 

Uppskotið gongur út uppá, at Løgtingið heitir á landsstýrið um skjótast møguligt at leggja fram neyðugar lógarbroytingar soleiðis, at skipast kann ein verulig tilbúgving, og átøk fremjast, sum kunnu fyribyrgja, at einstaklingar, umboð fyri felagsskapir og útgerð, ið hava sum fráboðað endamál at fremja ólógligt virksemi ella at hótta lóglig rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella kunnu útinna fyrireikingar til tílíkt virksemi í Føroyum.

 

Hartil gongur uppskotið út uppá, at Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing um, hvussu tryggjast kann ein støðug upplýsing mótvegis altjóða samfelagnum um avleiðingarnar av ólógliga virkseminum og grundgevingarnar fyri átøkunum hjá føroyskum myndugleikum.

 

Uppskot til samtyktar hava tvær viðgerðir í Løgtinginum. Eftir fyrstu viðgerð í morgin verður málið beint í Rættarnevndina.

 

Uppskotið hjá Tjóðveldi kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER