Sea Shepherd hevur nú fingið skjóttgangandi bátin aftur, sum løgreglan í Føroyum legði hald á í 2014.
Tað var í september í 2014, at fólka frá Sea Shepherd brúkti ein skjóttgangandi bát í eini roynd at reka springarar, sum vóru komnir í Nólsoyarfjørð, til havs aftur.
Sea Shepherd fólkini vórðu handtikin og vórðu dømd fyri at bróta grindalógina. Samstundis varð hald lagt á bátin, men í november kom dómsvaldið tið ta niðurstøðu, at tað var ikki grundarlag fyri at leggja hald á bátin og nú hevur Sea Shepherd í Onglandi sostatt fingið bátin aftur og hann kom til Onglads fyrr í vikuni.
Les eisini: Mugu geva Sea Shepherd bátin aftur
Tey í Sea Shepherd siga, at tað út til, at báturin er í góðum standi, men at hann nú skal kannast