Seinastu tvey árini hevur føroyska løgreglan lagt hald á fýra bátar hjá Sea Shepherd. Farley var nýttur í samband við ein rakstur í Kalsoyarfirði í juli í ár. Tann grindin slapp. Føroyskir myndugleikar fingu hjálp frá skotskum myndugleikum at leggja hald á Echo, sum var farin til Hetlands umborð á Sam Simon, eftir at hann hevði órógvað grindina í Sandavági í fjør summar.
Hald var lagt á Spitfirebátin, sum Sea Shepherd hevði við sær til Føroya í 2014, eftir at báturin varð nýttur at reka springarar út úr Tangafirði. Upprunaliga vóru grindaboð, men tá tað gjørdist greitt, at talan var um springarar, varð raksturin avlýstur. Sea Shepherd royndi tó at reka hvalirnar til havs aftur. Dagin eftir legði løgreglan hald á bátin, sum lá á Sundi.
Fjórði báturin, sum løgreglan hevur lagt hald á, er lítli gummibáturin, sum varð umborð á Brigitte Bardot. Hann bleiv nýttur til at órógva grindadrápið í Bø 23. juli í fjør.
Sea Shepherd hevur seinastu tíðina heitt á sínar stuðlar um at geva gávur til felagsskapin at fíggja nýggjar bátar. Nú eru teir so komnir og hava fingið nøvnini Thunder og Viking. Teir eru uppkallaðir eftir tveimum av teimum skipunum, sum Sea Shepherd hava ákært fyri at fiska ólógliga, og sum nú bæði eru søkt.
Tað er sama fyritøka, sum hevur gjørt Echo, sum hevur veitt Sea Shepherd nýggju bátarnar.
Tó so, vera Thunder og Viking nýttir at leggja upp í eitt føroyskt grindadráp, er eingin ivi um, hvør lagna teirra verður. Fyrr í hesum mánaðinum staðfesti Eystari Landsrættur, at løgreglan hevur heimild at leggja hald á bátar og aðra útgerð við støðið í nýggju grindalógini.