Sea Shepherd húsvill í Havnini

Sea Shepherd leitar eftir hølum í Havnini at halda fyrilestur í leygarkvøldið, men tað vísir seg at vera trupult hjá teimum. Hvonn og Miðlahúsið hava sagt kortanei, og av Hafnia eru boðini, at tey enn ikki eru sloppin at siga nei. Tað merkir, at Sea Shepherd ikki hevur spurt seg fyri har enn, men at tey neyvan skulu rokna við at sleppa at brúka teirra høli.

Paul Watson hevur annars kunngjørt á Facebook, at tey fara at halda fyrilestur á Hotel Tórshavn, tað vil siga Hvonn, men tað verður sambært leiðaranum á Hvonn av ongum.

Paul Watson hevur gjøgnum árini brúkt nógvar ymsar snildir fyri at steðga grindadrápi. Ofta hevur hann gjørt dekan ov nógv av í sínum lýsingum av Føroyum, føroyingum og grindadrápi, men nú ber av.

Á Facebook er rúgvusmikið orðaskifti millum Paul Watson og mótstøðufólk á bólkinum hjá Whale Wars. Har sigur Paul Watson millum annað, at hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik, ivaleyst fekk íblástur frá føroysku slaktarunum, sum hann tekur til.

- Anders was probably inspired by the butcher of the Fareroes, heldur Paul Watson, sum aðrastaðni á somu síðu, staðfestir sítt ófatiliga trongskygni og sína óhugnaligu tankagongd.

- If you can rip a foetus out of a mother pilot whale and hold it up like a trophy, you're quite capable of doing the same to a human, skrivar Paul Watson.

Leystliga umsett sigur Paul Watson, at tá føroyingar eru førir fyri at taka fostur úr búkinum á hvalum og lyfta tað upp um høvd sum eitt annað steyp, so eru vit eisini før fyri at gera tað sama við menniskju.