Klokkan 10 í morgun byrjaði enn eitt rættarmál í Føroya rætti móti Sea Shepherd.
Hesa ferð er talan um springararnar í Nólsoyarfirði, sum ikki vóru hildnir til og sum umboð fyri Sea Shepherd ruku út aftur.
Tvey umboð fyri Sea Shepherd eru møtt í rættinum í morgun; Jessie Hope Treverton, sum var skipari umborð á bátinum, og Robert Read, sum møtir vegna Sea Shepherd UK, sum eigur Spitfire, bátin, ið var nýttur hendan dagin.
Tað var 17. septembur 2014, at springarar vóru sæddir í Nólsoyarfirði. Bátar vóru skjótir hjá hvalunum, men avgjørt var at lata teir sleppa. Sea Shepherd, sum var í landinum um tað mundi í samband við átakið Operation Grindstop, var eisini hjá hvalunum, og tá hinir bátarnir so líðandi hvurvu, royndu umboðini fyri Sea Shepherd at reka hvalirnar út frá landi aftur.
Løgreglan fór eftir teimum og fólk á landi sóu, hvussu danska sjóverjan elti Spitfire, bátin hjá Sea Shepherd. Trý fólk umborð á bátinum vóru handtikin. Dagin eftir fór løgreglan eisin inn á Sund og legði hald á sjálvan bátin.
Føroya rættur kom í oktobur 2014 til tað niðurstøða, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á bátin. Eystari landsrættur umgjørdi tó hesa avgerðina og lat løgregluna hava bátin í varðveitslu, inntil málið er endaliga avgreitt í rættarskipanini.
Einans ein av teimum trimum, sum vóru umborð á bátinum eru møtt í morgun. Hinar báðar kvinnurnar, tveir franskir statsborgarar, hava verið eftirlýstar, men við tað, at tað ikki hevur eydnast at fáa fatur á teimum, er heldur ikki eydnast at kunngera rættarmálið móti teimum.
Tì verður sakin móti teimum báðum fronsku kvinnunum ikki viðgjørd í dag.
Umboðini hjá Sea Shepherd verða ákærd fyri brot á djóraverndarlógina og grindalógina.