Sea Shepherd-fólk umhugsa at fara heimaftur

- Byrjanin hevur verið ein katastrofa, og vit umhugsa at fara heimaftur.

- Byrjanin hevur verið ein katastrofa, og vit umhugsa at fara heimaftur. Tað søgdu nøkur ung Sea Shepherd-fólk við Norðlýsið í gjár.

 

John William Joensen, stjóri á Norðlýsinum, var í kjaki við  Peter Thaysen, sjefpolitiinspektør, í SvF um Sea Shepherd-átakið í Føroyum.

 

Í dag veit John William Joensen at siga, at herferðin hjá Sea Shepherd fekk eina so katastrofala byrjan, at felagskapurin er í villareiði.

 

- Tað byrjaði við, at felagskapurin vanvirdi Merkið við at evna føroyska tjóðarmerkið saman við skøltum frá deyðum fólkum.

 

Norðlýsið skrivar í dag, at hetta skapti eina ógvusliga øsing í sosialu miðlunum, og ein avleiðing hevur verið, at fólk í nógv størri mun enn vanligt hava tikið frástøðu til felagskapin.

 

- Eisini føroyingar, sum áður hava sagt seg taka undir við sjónarmiðunum hjá felagskapinum, hava umvegis facebook nú tikið frástøðu.

 

Lagt verður aftrat, at meðan bíðað hevur verið eftir grindaboðum, hevur Sea Shepherd roynt at skapt miðlaumtalu.

 

- Men, tá vit í gjár tosaðu við nøkur ungfólk frá Sea Shepherd, viðgingu tey, at byrjanin hevði verið ein katastrofa, og sjálvi umhugsaðu tey at fara heim.

 

Tað skrivar John William Joensen á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, haðani viðhefta mynd eisini er.