Sea Shepherd fær Spitfirebátin aftur

Føroya rættur staðfesti í dag, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja varandi hald á Spitfirebátin hjá Sea Shepherd.

Føroya Rættur staðfesti í dag, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á Spitfire-bátin hjá Sea Shepherd.

 

Tað var eftir, at springarar vóru sæddir í Tangafirði 17. septembur, at Sea Shepherdumboð umborð á Spitfire bátinum hjá felagsskapinum, royndu at reka springararnar út á opið hav aftur.

 

Les eisini Hald lagt á Spitfirebátin hjá Sea Shepherd

Løgreglan valdi tá at steðga bátinum og legði í fyrsta umfari hald á ymiska útgerð, ið var funnin umborð á bátinum. Dagin eftir fór løgreglan inn á Sund og legði hald á sjálvan bátin.

 

Nú hevur Føroya Rættur staðfest, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja varandi hald á bátin oghann má tí útflýggjast Sea Shepherd aftur.

 

Føroya Rættur gav tó løgregluni viðhald í avgerðini at leggja hald á útgerðina, teir høvdu funnið umborð á bátinum. Talan er um tvey myndatól, ið tilhoyrdu Celine l Diouron, gassmaskur og nakrar roykgranatir.

 

Les eisini Tikin av løgregluni tvær ferðir 

 

Les eisini Bátajagstran í Tangafirði

 

Les eisini Trý fólk frá Sea Shepherd handtikin