Sea Shepherd fær ikki bátarnar

Tey 14 fólkini hjá Sea Shepherd, sum løgreglan handtók í gjár og hevur havt í varðhaldi í nátt, eru nú leyslatin.

Tey 14 fólkini hjá Sea Shepherd, sum løgreglan handtók í gjár og hevur havt í varðhaldi í nátt, eru nú leyslatin.

 

Løgfrøðingar hjá politinum meta ikki, at nóg gott grundarlag er at fáa tey fyri ein dómara við kravi um varðhaldsfongsling. Tí eru tey leyslatin. Tey seks, sum vóru tikin á landi, skulu fyri rættin í morgin. Hini átta, sum vórðu tikin í teimum trimum bátunum, hava fingið boð um at møta í rættinum 25. september.

 

Sambært Sea Shepherd, so hevur politiið tilvitað drálað við at fáa tey fyri rættin soleiðis, at løgreglan kann beslagleggja bátarnar sum prógv, til tey seinnu fólkini koma fyri rættin 25. september.

 

Í morgin fæst so greiða á, um lógarbrotið hjá hesum útlendingum eru nóg stór til, at tey kunnu vísast av landinum.