Sea Shepherd byggir nýtt dreymaskip

Sviar, bretar og niðurlendingar hava givið umhvørvisfelagsskapinum eina risastóra gávu

Illa umstríddi umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, fer nú at byggja eitt nýtt skip at brúka í virksemi sínum.

Hetta kann felagsskapurin nú gera, eftir at hava fingið eina risastóra gávu upp á yvir 62 milliónir krónur frá Postcode Lottery í Svøríki, Niðurlondum og í Bretlandi.

Sea Shepherd, sum eisini leggur seg út í grindadráp í Føroyum, sigur, at hetta er størsta gávan, tey nakrantíð hava fingið, og hon varð handað teimum á hátíðarhaldi í Amsterdam mándadagin.

 

Postcode Lottery skipar fyri eydnuspæli og letur stórar upphæddir til vælgerandi og almannagagnlig endamál.

 

Sea Shepherd skal brúka peningin til at byggja eitt skjóttgangandi skip, sum tey siga, skal brúkast til at steðga ólógligum fiskiskapi í Suðurhøvum.

 

Gelagsskapurin hevur leingi verið virkin í Suðurhøvum, men skipini, tey hava til taks, sigla ov seint og tí fáa tey ikki arbeitt so væl, sum tey vilja.

Tískil hava tey leingi ynskt sær eitt skjóttgangandi skip til endamálið, men higartil hava tey ikki havt ráð.

 

Í Sea Shepherd siga tey, at skipið skal byggjast eftir serligum tekningum til endamálið og at tað fer at gera felagsskapin nógv sterkari í bardaganum ímóti tí, tey kalla ólógligum virksemi á havinum.

Tey hava eisini verið í samráð við niðurlendsku skipasmiðjuna, Damen, og í felag hava tey teknað tað fullkomna skipið til endamálið. Sum skilst skal skipið byggjast í Vietnam.

 

Postcode Lottery er ein av allarstørstu stuðlum hjá sea Shepherd, tí síðani 2007, hevur felagsskapurin fingið næstan 120 milliónir í stuðuli frá eydnuspælinum.

 

Trýst á Youtube brotið og síggj filmsbrot frá hátíðarhaldinum, har gávan varð handað