Sea Shepherd byggir nú sítt dreymaskip

Kjølurin er strektur og skipið er liðugt um eitt ár

Illa umstríddi umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, er nú farin undir at byggja eitt nýtt skip at brúka í virksemi sínum.

 

Og tey himprast ikki við at kall hetta fyri eitt dreymaskip.

 

Hetta er felagsskapurin førur fyri, eftir at hava fingið eina risastóra gávu á yvir 62 milliónir krónur frá Postcode Lottery í Niðurlondum.

 

Sea Shepherd, sum eisini leggur seg út í grindadráp í Føroyum, sigur, at hetta er størsta gávan, tey nakrantíð hava fingið.

 

Felagsskapurin hevur gjørt av at brúka gávuna til at byggja eitt skjóttgangandi skip fyri, sum er sersmíðað til virksemið hjá teimum.

 

Og hetta verður fyrstu ferð, at Sea Shepherd hevur eitt skip, sum er smíðað til endamálið.

 

Hetta er eitt dreymaskip, sum kann brúkast í stríðnum at verja lívið í høvunum um allan jarðarknøttin, siga tey í Sea Shepherd.

 

Skipið siglur nógv skjótari enn nakað annað skip hjá felagsskapinum, og tað verður drivið við eini framkomnari vetnisskipan, sum ger, at tað kann vera í sjónum rættiliga langa tíð ísenn.

 

Hetta er eitt skip, sum fer at gera okkum nógv sterkari í bardaganum ímóti ólógligum virksemi á havinum, sum tey kalla tað.

 

Sea Shepherd sigur, at skipið verður bygt á Damen skipasmiðjuni í Antalya í Turkalandi. Kjølurin er strektur, og skipið verður liðugt í september næsta ár, ella longu um 11 mánaðir.

 

Postcode Lottery skipar fyri eydnuspæli og letur stórar upphæddir til tað, tey kalla, vælgerandi og almannagagnlig endamál.

 

Postcode Lottery er ein av allarstørstu stuðlum hjá sea Shepherd, tí síðani 2007, hevur felagsskapurin fingið næstan 120 milliónir í stuðuli frá eydnuspælinum.