Sunnukvøldið var grindadráp í Hvannasundi, og mest umtalaða hendingin var, at eitt drona, sum fleyg uppi yvir grindadrápinum, varð skotin við høglbyrsu.
Nú váttar Sea Shepherd felagsskapurin, at tey eiga dronuna, sum varð skotin.
Eitt lið hjá Sea Shepherd er í Føroyum og fylgir við grindadrápi í summar. Tey dokumentera drápini og senda myndir og video til miðlar kring heimin. Eisini brúka tey sjálvi upptøkur á sosialum miðlum. Hugskotinum við hesum er, at blóðugar grindamyndir eru eitt sterkt vápn í sær sjálvum – neyðugt er ikki at leggja uppí ella at mótmæla á staðnum.
Sunnukvøldið hevði Sea Shepherd eina dronu á flogi í Hvannasundi. Hon filmaði grindadrápið. Tað gjørdi hon, til hon varð skotin við høglbyrsu.
– Dronan varð rakt av skoti og fekk skaða á fleiri støðum, men piloturin fekk flogið hana heimaftur í øllum góðum, og upptøkurnar kundu takast av dronuni, skrivar Sea Shepherd.
Tey hava meldað hendingina til løgregluna og siga, at tey síggja á upptøkunum, hvør skeyt dronuna.
Løgreglan kannar málið.