Sea Shepherd aftur á veg ímóti Føroyum

Paul Watson hóttir við at herða stríðið ímóti føroyingum

Sea Shepherd hevur aftur sett kós ímóti Føroyum.

 

Seinastu dagarnar hava tvey skip hjá Sea Shepherd, Sam Simon og Bob Barker verið í Lerwick í Hetlandi og bunkra.

 

Og í gjár loystu tey aftur og settu kós ímóti Føroyum. Veðrið var ikki til tilvildar, so tey lógu og krokaðu undir Hetlandi til í gjárkvøldið, men eru tey á veg hendavegin, upplýsir felagsskapurin.

 

Tað er eisini skilligt, at tað kom rættiliga óvart á tey í Sea Shepherd, at løgreglan í Lerwick legði hald á skjóttgangandi bátin, Echo. Tað var eftir áheitan frá løgregluni í Føroyum, at hald varð lagt á bátin, tí hann varð brúktur at seta lív og heilsu í vanda í grindadrápinum í Sandavági.

 

- Vit høvdu ikki vænta, at løgreglan í Føroyum rakk heilt til Hetlands eftir okkum, sigur felagsskapinum.

 

Síðani hevur damnska verjuskipið, Knud Rasmussen, verið í Lerwick eftir bátinum.

 

Hetlendingar siga, at danska verjuskipið gjørdi skjótt av, tí skipið steðgaði ikki meiri enn ein hálvan tíma í Lerwick.

 

Tey siga, at tey tá ið tey frættu, at tá ið hald varð lagt á bátin, varð málið lagt fyri rættin við kravi um, at hald skuldi ikki leggjast á hann. Tey siga, at tey fingu viðhald í rættinum, men tá hevði Knud Rasmussen longu verið eftir honum.

 

Tey eru so ónøgd við framferðina hjá løgregluni í Hetlandi, at tey kanna møguleikarnar fyri at stevna fyri at hava lagt hald á bátin ólógliga.

 

Samstundis ger oddamaðurin í Sea Shepherd, Paul Watson greitt, at tað verður neyðugt hjá felagsskapinum at herða stríðið ímóti grindadrápi í Føroyum.

 

Hann ger eisini greitt, at Sea Shepherd fer aldrin at gevast í stríðnum og at tað fer at halda á, sama, hvussu nógv fólk hjá felagsskapinum verða víst av landinum, og sama hvussu nógvir bátar, hald verður lagt á.