Illa gitni umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, fer aftur nú í summar at senda fólk til Føroya. Tað skrivar Sosialurin, sum er at fáa í dag.
Men í summar fara tey ikki at gera so nógv um seg, sum tey onkuntíð hava gjørt, tí tey fara at arbeiða meiri í loyndum. Sostatt er ætlanin ikki at leggja upp í grindadráp, heldur er ætlanin at taka myndur av grindadrápi, og at taka grindadráp upp á film at vísa umheiminum í eini roynd at kroysta føroyingar at gevast at drepa grind.
Annars hevur stríðið ímóti grindadrápið verið heldur linligt seinastu árini, men nú ætlar Sea Shepherd sær at aftur at herða stríðið, og í hesum døgum eru felagsskapurin í ferð við at savna pening inn frá fólki fyri at fíggja Føroyaferðina, skrivar Sosialurin.
Les meiri í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum í dag, men tað kann eisini keypast her: http://sosialurin.e-pages.dk/index.php?action=buy