- Tað er meiningsleyst at geva okkum bót, tí hon kann ikki krevjast inn.
Oddamaðurin í Sea Shepherd, Paul Watson, hevur loksins gjørt vart við seg, eftir at umstríddi hvalaverndarfelagsskapurin varð dømdur at rinda 250.000 krónur í bót í Føroya Rætti í farnu viku.
Les eisini: Sea Sheperd dømt at gjalda risabót
Bótina fekk felagsskapurin fyri at hava lagt upp í grindadrápið í Sandavági tann 19. mai í fjør við teirri avleiðing, at drápið varð órógvað, og lív og heilsa hjá fólki varð sett í vanda.
Paul Watson ger greitt, at bótin verður ikki goldin og hann staðfestir samstundis, at føroyskir myndugleikar hava heldur ongan møguleika at krevja hana inn.
Hann sigur, at bótin er tápulig og meiningsleys og hann vísir eisini aftur, at lív og heilsa hjá fólki varð sett í vanda.
Hann sigur, at bótin kann ikki krevjast inn tí ongin skrásettur felagsskapur er til, sum eitur Sea Shepherd Global, og sum eigur nøkur virði.
Hann sigur, at Sea Shepherd Global er rætt og slætt ein yvirskipaður felagsskapur fyri eina rúgvu av lokalum felagsskapum, og tí kunnu føroyingar skjóta eina hvíta píl eftir bótini.
Yvirhøvur hevur Sea Shepherd ikki goldið eina krónu í bót, av øllum teimum bótum, tey hava fingið fyri virksemið í Føroyum, leggur hann afturat.
Hann leggur eisini lítið í, at hald er lagt á bátin, sum varð brúktur at leggja upp í grindadrápið við.
At missa ein bát her og har, er prísurin vit rinda fyri at verja hvalin, sigur hann.
- Vit hava mist bátar fyrr, men hesa ferð fingu vit beinanvegin fíggjarligan stuðul til at keypa ein annan.









