Sea Sheperd órógvaðu ikki grindadrápið

Sea Shepherd vóru í Føroya rætti í morgun fríkend fyri at hava órógvað grindadrápið á Sandi 30. august.

Í dag fall dómur í Føroya Rætti í málinum um tey seks umboðini fyri Sea Shepherd, sum vóru handtikin á sjógvi í samband við grindadrápið á Sandi 30. august.

 

Føroya Rættur hevur áður dømt tey at rinda 1000 krónur í bót fyri at hava siglt inn um avmarkingarnar, sum sýslumaðurin hevði ásett í samband við grindadrápið.

 

Men harafturat vórðu tey ákærd fyri at hava órógvað sjálvt grindadrápið, men tað vórðu tey fríkend fyri í dag.

Í rættinum var ført fram, at hvalirnir longu vóru deyðir, tá bátarnir frá Sea Shepherd sigldu inn um markið, og tað tykist sum, at dómarin hevur tikið hetta til eftirtektar.

 

Løgreglan legði eisini hald á teir tríggjar bátarnar hjá Sea Shepherd, sum vóru nýttir í átakinum, Loki, B.S. Sheen og Mike Galesi.

Føroya Rættur metti ikki, at løgreglan hevði heimild at leggja varandi hald á bátarnar, og teir skulu tí útflýggjast til Sea Shepherd.