-Nú tað verður sagt, at okkara blaðhús hava fingist við ólógligt virksemi, so mugu vit gera púra greitt, at slíkt vilja vit als ikki góðtaka, og at vit fara at venda hvørjum steini.
Tað sigur forstjórin í Aller, norðmaðurin Pål Thore Krosby.
Teir seinastu dagarnar hava fleiri fyrrverandi starvsfólk hjá Se og Hør í Danmark viðgingið, at tey vóru við til at halda eygað við kendum dønum, og hvussu teir brúktu síni gjaldskort.
Pål Thore Krosby sigur við norska kringvarpið, at enn er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu í málinum. Fyribils hevur leiðslan skipað fyri einari uttanhýsis kanning, sum skal umfata øll telduviðurskifti í fyritøkuni.
-Tað er alneyðugt at fáa staðfest, um nakað ólógligt virksemi hevur verið á blaðnum, og hvussu umfatandi tað møguliga hevur verið. Vit skulu eisini hava at vita, hvussu tað kann vera hent, og hvør hevur givið loyvi til tað. Tá alt er komið fram, fara vit at taka avleiðingarnar, sigur Pål Thore Krosby.
Í vikuni segði fyrrverandi blaðstjórin á Se og Hør Henrik Qvortrup seg úr starvinum sum politiskur viðmerkjari á TV2 orsakað av gøluni, sum eftir øllum at døma byrjaði, meðan hann var blaðstjóri.










