Seðlarnir í Vági koma út klokkan 22.00

Grindin, sum í dag legði beinini í Hvalba, verður býtt millum bygdirnar Hvalba, Sandvík, Famjin og Vág.

##med2##

Vágs kommuna hevur skipað fyr,i at grindin, sum er býtt til Vágs kommunu, verður flutt til Vágs, og koma seðlarnir út á djúphavnini í Vági kl. 22 í kvøld. Og ikki kl. 21, sum áður lýst, upplýsir Vágs Kommuna..

Sostatt sleppa borgarar í Vágs kommunu undan at fara til Hvalbiar eftir grindini í kvøld.

Í Famjin verður gjørt soleiðis, at fólk fara til Hvalbiar at skera upp, og koyra tað so btryggjuna í Famjin og býta til bygdina.

Myndir: DS

##med3##