Seðlarnir frá grindini, ið legði beinini á Vági klokkan sjey í morgun, og taldi 30 grindahvalir og 12 springarar, koma út um ein tíma. Tað upplýsir Jaspur Vang, sýslumaður á oynni, fyri Miðlahúsinum.
- Seðlarnir koma út klokkan 16 við havnarskrivstovuna á kaiini í Vági, sigur sýslumaðurin.
Í morgun upplýsti sýslumaðurin, at vágbingar kunnu gleða seg til eitt kók.
- Talan var ikki um eina stóra grind, men hon verður skift til Vágs bygd, segði Jaspur Vang.
Grindin varð funnin í Vágsfirði klokkan tíggju minuttir í sjey í morgun, og longu klokkan átta hevði hon lagt beinini.