Seðlarnir í grindini, sum doyði í Vági í dag, koma út í morgin árini klokkan sjey við Havnarskrivstovuna.
Tað upplýsur Jaspur Vang, sýslumaður í kvøld.
Merktir vórðu 196 hvalir upp á tilsamans 1216 skinn og grindin verður skift til alla oynna.
Grindin varð funnin í morgun eystan fyri Flesjarnar í Sumba.
Tað gekk væl at reka, og vestfall var, so undanstreymur var.
Grindin var hildin til um 14.30 tíðina í Vági, og meginparturin gjørdi landgongd. Men av tí at grindin gjørdi landgongd á vestara armi av vágni, har grótut er, tók drápið heldur longri tíð, enn um landgongdin var á sandinum.
Drápið gekk tó eftir umst5øðunum bæði skjótt og væl, og um 15-tíðina hevði alt lagt beinini.
Einir 40-50 bátar tóku lut í rakstrinum og drápinum, og ein stór mannfjøld var á sandinum tó vóru nógv bert áskoðarar.