Seðlarnir koma út klokkan eitt

Seðlarnir í lítlu grindini, sum legði beinini í Hvalba í dag, koma út á bíargarði nú klokkan eitt.

Sýslumaðurin sigur, at hóast grindin bara var níggju hvalir, upp á 45 skinn tilsamans, verður býtt til alla hvalbiar sókn, so tað verður ikki stórt meiri enn eitt kók í part.