Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at enn hevur hann ikki neyva talið, men hann heldur, at umleið 180 hvalir løgdu beinini í grindini á Sandi seinnapartin í dag.
Í løtuni eru fólk í holt við at fáa hvalirnar av sandinum og yvir á bryggjuna. Sett verður fast á hvalirnar, sum verða sleipaðir út eftir vánni og hivaðir upp á bryggjuna Úti í Støð.
Sýslumaðurin veit at siga, at grindin verður býtt millum luttakandi bátarnar og fólkið í allari sýsluni, sum umframt Sandoynna eisini fevnir um Skúvoy og Stóru Dímun.
- Avgjørt er, at seðlarnir koma út klokkan 07 í morgin, leggur Finnbogi Midjord aftrat.











