Grindin, sum legði beinini á Hvannasundi, er merkt til 71 hvalir. Sýslumaðurin sigur, at á midnátt koma seðlarnir út.
Samstundis er greitt, at øll í Hvannasunds kommunu fáa ein part, eins og tað eru drápspartar.
Veðrið var illfýsi í dag, tá ið grindin varð funnin nærhendis Viðoy. Tað gjørdi, at ein part av grindini slapp burtur, men síðani fingu bátar eygu á eina minni grind seinni og her vóru nakrir hvalir aftrat fingnir til Hvannasunds.










