Ætlanin var, at seðlarnir til grindina, sum legði beinini í Sandagerði í morgun, skuldu koma út um 18 tíðina, men soleiðis verður ikki.
Nakað av stígi er komin í á Vestaru Bryggju, har teir merkja grindina, og tí verða nærri boð um seðlarnar givin klokkan 18. Tað skrivar Tórshavnar kommuna.
Grindin varð funnin í Nólsoyarfirði við hálvgum níggjutíðina og varð hildin til ein tíma seinni. Á sandinum til drápið vóru 429 fólk, og 100 bátar tóku lut.
Seðlarnir verða flýggjaðir út við Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju á økinum, sum er litað reytt niðanfyri.
##med2##