Eigaraskifti
Glastrevjavirkið, SD-Beding í Runavík, hevur keypt smiðjuna, Sp/f Krossbakki, sum liggur á havnalagnum á Toftum.
Søren Svenning Danielsen sigur, at møguleikarnir hjá felagnum verða betri, nú teir eisini eiga smiðjuna á Toftum.
- Vit ætla nú at býta arbeiði upp soleiðis, at virksemið við glastrevju verður á virkinum í Runavík og smiðjuarbeiði á Toftum.
Hann sigur, at verkstaðurin á Toftum er
útgjørdur sum ein mekaniskur verkstaður, har góðir møguleikar eru fyri maskinumvælingum og øðrum mekaniskum umvælingum.
- Í bygninginum í Runavík hava vit bæði fingist við glastrevju og smiðjuarbeiði. Nú verður lættari at býta arbeiði upp, og hetta kemur at geva okkum betri umstøður, sigur Søren Svenning Danielsen, sum ikki vil upplýsa keypsprísin.