ScrubArt Ólavur málar saman við áskoðarum

Í morgin verður eitt tiltak í Aarhus, har Ólavur S. T. Thorsteinsson frá ScrubArt duettini saman við Bárður Dahl Christiansen, skal mála hugskot og hugsanir hjá áskoðarunum.

 

Tiltakið er eitt sokallað 'battle', ið vanliga verdur sett í samband við 'rap battle'.

 

Tó hesaferð verdur tað eitt battle millum ein operasangara, Pernille Madsen og

rapparan Ham Den Lange.

 

Áskoðararnir luttaka i einum workshop áðrenn sangfuglarnir bresta saman, har evnið er 'Rethink 2017'. Áskoðararnir skulu leggja fram sínar hugsanir um hetta evnið, og tey bestu og mest áhugaverdu hugskotini verða tikin upp av einum orðstýrara, sum síðani brúkar tað sum eitt evni hjá sangfuglunum at “battla” um.

 

'Rethink' snýr seg um at 'umhugsa býin'. Hetta er ein liður í einari størri kapping um at gerast ársins mentanarbýur 2017, og við hesum leggur Aarhus seg eftir at vinna hesa kappingina.

 

Í samband við workshoppin og 'battle'ið' skal Ólavur grafisk tekna tey hugskot og hugsanir, sum áskoðararnir koma við.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.