Scrub Art í SMS

Leygardagin, 24. januar, fara teir báðir í listaliga samstarvinum Scrub Art, Ólavur Thorsteinsson

og Bárður Dal-Christiansen, at gera ein stóran málning á torginum í SMS

Tann lidni megamálningurin verður seldur hægstbjóðandi, og pengarnir fyri henda stóra málning fara óskerdir til eg.fo, ungdómsráðgevingina hjá Barnabata. Les meira um arbeiði hjá eg.fo á heimasíðuni www.eg.fo

 

Scrub Art hevur gjørt tvey av sínum verkum til plakatir. Tær báðar plakatirnar eru tær fyrstu, sum Scrub Art gevur út, og tað verður spennandi at vita, hvussu hetta brakið verður avgreitt.

 

Plakatirnar eru at fáa fyri 275 krónur hvør og sølan byrjar eisini leygardagin 24. januar á torginum í SMS kl. 14.00.

Við hetta høvið kunnu fólk eisini fáa ta nýggju Scrub Art plakatina signeraða.

Og í sambandi við hetta spennandi tiltak fara Guðrið Hansdóttir og The Ghost at syngja og spæla á pallinum í SMS, meðan teir báðir Scrub Art-stavnarnir mála málningin sum skal á uppboðssølu.

Samanumtikið er hetta eitt tiltak fyri øll ? ung og minni ung. Í øllum førum er lagt upp fyri einum ungdómligum tiltaki, ið talar til øll.

Tiltakið er ókeypis og verður sett leygardagin 24. januar klokkan 14.00

Tey, ið vilja vera við á uppboðssølu, skulu boða frá á tlf. 596061 ella skriva teldupost til art@globi.fo, minsta boð er 10.000 krónur.