Maðurin sum vilda láta sítt egna lív fyri ein grindahval, gevst nú sum leiðari. Nýggi leiðarin hjá Sea Shepherd í Føroyum er úr Suðurafrika – og hjá henni eru djórarættindi í hásæti.
Amerikanski løgreglumaðurin, Scott West, sum hevur verið leiðari fyri grindaherferðina hjá Sea Shepherd í Føroyum, fer nú frá sum leiðari. Í hansara stað kemur Rosie Kunneke úr Suðurafrika.
Hon hevur ikki royndir sum vápnað løgreglufólk úr Suðurafrika. Tí hon hevur eina fortíð í fíggjarheiminum. Men fyri fimm árum síðani valdi hon at skifta lívsleið at verja djórarættindi.
Sambært Sea Shepherd, so hevur hon vart djór í suðurhøvum, úr Avstralia til Namibia.
– Rosie hevur vart havsins lív í fleiri Sea Shepherd kampanjum, og hon er til reiðar at brúka sínar royndir at verja grindahvalin í Føroyum, skrivar Sea Shepherd.
Tey, sum hava tosað við Sea Shepherd fólkini í Føroyum siga, at tey vita lítið og einki um Føroyar og so at siga als einki um grindadráp. Tey halda, at føroyingar dagliga drepa grind, tí tey hava ikki ánilsi av, at grindastovnurin als ikki er hóttur. Tey rinda sjálvi fyri ferðina til Føroya.
Scott West segði við Sosialin herfyri, at hann vildi fegin lata lív fyri at verja ein grindahval. Scott West er úr USA, har tey framvegis lógliga drepa menniskju. Nýggi leiðarin er úr Suðurafrika, har mannarættindini heldur ikki hava verið høgt í metum.
Men at verja grindahval, halda tey tó hevur týdning.
Mannarættindi og djórarættindi hava týdning. Men vit eru ikki øll samd um raðfestingarnar. Kanska gott, at vit øll ikki eru líka...