Scotland Yard-stjórin farin frá

Ovastin fyri løgregluni í London, Paul Stephenson, hevur lagt frá sær orsakað av gøluni um blaðið News of the World. Hann sigur, at hann hevur ikki havt nakran kunnleika til framferðarháttin hjá blaðnum. Kortini hevur hann valt at fara úr starvinum, tí okkurt er, sum knýtir Scotland Yard at fjølmiðlafelagnum hjá Rupert Murdoch.

Paul Stephenson sigur, at atfinningarnar at leiðslu hansara skulu ikki ávirka trygdarfyrireikingarnar hjá Scotland Yard í sambandi við teir olympisku summarleikirnar, sum verða í London um eitt ár. Tí er tað skilabetur, at hann fer frá, sigur hann.