Scot Free

Alex Salmond, Fyrsti Ráðharri, er ikki í iva um, at Skotland fer at loysa frá Stóra Bretlandi. Flokkur hansara SNP, Skotski Tjóðveldisflokkurin, hevur stóran meiriluta í skotska parlamentinum

Johan Mortensen, vinnulívsmaður

Johan Mortensen, vinnulívsmaður
-----------
Í tíðarritinum TIME MAGAZINE var í farna mánaða eitt sera for­vitnisligt prát við Alex Sal­mond, First Minister í Skotska Parlia­mentinum. Flokkur hans­ara SNP, ella Skotski Tjóðveldis­flokk­urin, fór úr 6 sessum í 2006 til 69 sessar við valinum fyrr í ár og hevur sostatt eitt stórt parlamentariskt fleirtal.
Alex Salmond dylur ikki yvir, at hann er loysingarmaður og sigur at skotski búskapurin við olju- og gassídnaði, grønari orku, aling, ferðamannavinnu, whisky o.s.fr., als ikki hevur tørv á Stóra Bretlandi, og hann heldur, at skotar tíma ikki longur bert at gjalda til kassarnar í London! Hóast sterkan búskap hevur skotska stjórnin ikki loyvi at taka skatt frá skotum, men fer øll skatting um London. Skotland er eisini sera frammarlaga við grønari orku og í einari BBC sending herfyri segði hann, at hansara ambitión var at gera Skotland til europeiska Saudi Arabia við alternativari orku.
Alex Salmond vil hava eina fólka­­atkvøðu áðrenn 2015. Ungir skotar eru yvirhøvur fyri loysing og Alex Salmond hevur í uppskoti at lækka valaldurin til 16 ár. Ein nýggj meiningakanning sýnir, at 49% av skotum og 39% av bret­um yvirhøvur eru fyri loysing og skotskum fullveldi! Alex Sal­mond sigur, at síðan Seinna Heims­bar­daga hava 50 lond tikið seg úr Common­wealth og loyst frá Stóra Bretlandi og ikki eitt av teimum hevur síðani ynskt at fingið limaskapin aftur! So hví skal Skotland ikki klára seg, spyr hann.
Alex Salmond er fyri skotsk­um EU limaskapi, men vil framhaldandi hava bretska pundið í gildi til løtan er lagalig at fara yvir til euro. Øllum, sum kunnu vísa á at tey hava skotsk ættarbond í tvey ættarlið, fer at standa í boði at fáa skotskan ríkisborgararætt. Eitt sjálvstøðugt Skotland fer sjálvt at umsita sín uttan­ríkis­politikk og søkja um lima­skap í NATO, men vilja skotar tá hava Bretland at taka burtur kjarn­orku-kavbátastøðina við Fas­lane og Trident missilstøðina við Coul­port.
Shetland og Orkney fylgja sum vera man sera væl við hesum ráki, sum – um loyst verður – fær stóran týdning fyri hesar oyggjabólkar. Tað er stór fíggjarlig framgongd í Shetland í løtuni, ikki minst við nýggja Sullom Woe, har ein sera stór útbygging fer fram til at taka ímóti gassi. Eisini hava shetlendingar í dag ein stóran pelagiskan flota.Orkney er komið sera langt við grønari aldu- og og sjóvarfallssorku og einari ferðamannavinnu í stór­um vøkstri, umframt blómandi land­búnað.
Skotland, Shetland og Orkney eru okkara grannar og eiga vit at fylgja væl við rákinum í Skotlandi og gera hvat vit kunnu, fyri at hava sum mest av samstarvi bæði politiskt og vinnuliga. Eisini er huga­­ligt, at so nógvir føroyingar nema sær útbúgving í Aberdeen.
Tó hava vit eina sera stóra forð­ing fyri samskifti. Nevnliga at vit onki ferðasamband hava við Skot­land! Her má broyting koma í og má tað verða eitt krav, at flogið verður til Aberdeen tvær ferðir um vikuna. Vága Floghavn – nú tað ljóðar at hon fer at bjóða flogvøllin út – eigur at gera hvat hon kann fyri at fáa feløg sum Logan Air og Flybe áhugað at flúgva hendavegin. Nevnast kann, at úr Kirkwall slepst til Aberdeen ella Edinburg umleið 4 ferðir um dagin, og úr Shetlandi verður flogið nógvar ferðir um dagin til Aberdeen og aðra staðni. Sleppa vit føroyingar til Aberdeen er sloppið, og við lágprísfeløgum liggur heim­urin okkum opin.
Fyrrnevnda grein stóð í Time Magazine og harvið lisin av sera mongum kring knøttin, í sær sjálv­um eitt sera fínt pr fyri Skotland, og ein kann ikki lata vera við at hugsa um okkara egna polititiska støði, har ein regulering av dansk­ari olmussu er tað, sum skal bjarga okkum! Tað er kortini mín vón og sannføring, at einferð fer Time Magazine at siga frá, at nú er »majority for independence in the Faroe Islands« !