Scorsese-filmur um Bob Marley

Kendi leikstjóri Martin Scorsese skal standa fyri einum nýggjum dokumentarfilmi um reggae-hetjuna Bob Marley.

Scorsese hevur gjørt filmar um Bob Dylan og Rolling Stones, og nú skal stjørnan av Jamaica eisini endurgevast í einum Scorsese-filmi. Tann 6. Februar í 2010 hevði Bob Marley fylt 65 ár, og ætlanin er, at filmurin skal frumsýnast júst tann dagin. Bob Marley doyði av krabbameini í lungunum í 1981. Hann gjørdist 36 ára gamal.