Scorpions væl umtóktir í Føroyum

Tað eru ikki bara gomlu brøgdini sum gera, at Scorpions er ein sera spennandi bólkur at fáa á Summar Festivalin. Bólkurin er eisini sera heitur júst nú við einari framúr góðari fløgu.

Fyrsta stakfløgan av útgávuni Humanity Hour 1 kallast Humanity, og leygarkvøldið klatraði hesin sangurin upp á føroyska tónatindin. Sangurin hevur verið á 15 teimum bestu í nakrar vikur, og hesa vikuna er Humanity ovast á listanum. Banaroo, ið eisini skal spæla á Summar Festivalinum, er eisini at finna á 15 teimum best. Teirra summarhitt, Ba Yonga Wamba, liggur hesa vikuna nummar 7.