Tónleikur
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Føroysku tónleikafestivalarnir hava gjørt sítt størsta scoop nakrantíð, nú Summar Festivalurin hevur fingið avtalu í lag við týska superbólkin Scorpions.
Bæði tá ið tað snýr seg um pall, tøkni, tónleik og fíggarlig viðurskifti, flytir Summar Festivalurin eina deild upp við avtaluni við størsta týska tónleikabólkin í søguni.
- Hetta er nógv tann størsta og mest krevjandi avtalan, sum vit nakrantíð hava gjørt við ein útlendskan bólk, og hetta er vist eisini tann størsta avtalan, sum nakrantíð er gjørd í føroyskum tónleiki, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.
Størri pallur má leigast í útlandinum, trailarar koma við útgerð úr Danmark og Týsklandi, og bæði ljóð- og ljósviðurskiftini verða munandi útbygd til festivalin í ár.
- Scorpions er ein risi í altjóða rocktónleiki, teir hava spælt á nøkrum av heimsins størstu konsertum, og teir hava sangir, sum fólk flest kenna. Hetta er eitt ordans scoop fyri Summar Festivalin, og vit eru sera stoltir av, at tað hevur eydnast okkum at fáa ein slíkan bólk hendanvegin at spæla, sigur hann.
Summar Festivalurin vil ikki upplýsa, hvussu nógv tað kostar at fáa Scorpions at spæla, men talan er um nógv tað størstu upphæddina, sum festivalurin nakrantíð hevur goldið einum bólki.
Vakrar balladur og rockslagarar
Scorpions er eitt stórt navn í altjóða rocktónleiki. Teir hava spælt á heimsins størstu konsertum saman við heimsins størstu bólkum, og teir hava selt milliónir og aftur milliónir eintøk av sínum útgávum.
Á konsertum í Rio De Janeiro, Japan, USA og Moskva hava teir spælt fyri áhoyrarafjøldum, sum hava verið upp í eina hálva millión fólk til støddar. Teir hava spæla til konsertir saman við bólkum sum Queen, Bon Jovi, Def Leppard, Ozzy Osbourne, Whitensnake, AC/DC, Iron Maiden og Metallica. Og so hava teir hittini, sum næstan eru endaleys, og sum eru komin í hvønn krók í heiminum.
Wind Of Change, Rock You Like A Hurricane, No One Like You, Still Lovin’ You, Holiday og Send Me An Angel eru nakrir av teirra kendastu sangir.
Scorpions hevur skrivað nakrar framúr góðar rocksangir, og teir hava eisini skrivað fleiri fantastiska vakrar balladur, so tað verður eitt bland av óhoyrdum rockshowi og mjúkum kærleikssangum, sum verða at hoyra, tá ið bólkurin fer at spæla á Summar Festivalinum.
-------
FAKTABOX:::::::::::::::
Scorpions
Klaus Meine - sangari
Mathias Jabs – gittar
Rudolf Schenker – gittar
Pawel Maciwoda – bass
James Kottak – trummur
Í seinnu helvt av 1960’unum funnu høvuðsmenninir í Scorpions saman, og í 1971 fóru teir at spæla undir navninum Scorpions.
Scorpions hevur givið 15 studiofløgur út umframt fleiri savnsfløgur, live-fløgur og dvd-fløgur.
Scorpions hevur spælt kring allan heimin, og teir hava spælt til nakrar av heimsins størstu konsertum. Millum annað til Rock í Rio, har 500.000 fólk vóru til konsertina.
Millum kendastu sangirnir hjá bólkinum eru Wind Of Change, Rock You Like A Hurricane, No One Like You, Still Lovin’ You, Holiday og Send Me An Angel.
Scorpions eru í løtuni staddir í Los Angeles í USA, har bólkurin spælir tónleik inn til eina nýggja fløgu.