Scolari styttir feriuna

Spælararnir í Chelsea hava fingið boð um, at teir skulu møta til venjing eina viku fyrr, enn ætlanin var, tá teir fóru í summarferiu. Nýggi venjarin hjá Chelsea, Luis Felipe Scolari, er so spentur til at fara í gongd við venjingina, at hann ætlar at byrja tann 7. juli. Spælararnir høvdu annars fingið frí til 14. Juli, men nú mugu teir avlýsa seinastu vikuna av feriuni.