Scolari setir allar til sølu

Venjarin hjá Chelsea er so troyttur av áhaldandi søgunum um, at hansara spælarar skulu fara til onnur feløg, at hann hevur sett allar spælararnar til sølu. - Venjarar og stjórar í øðrum feløgum royna at seta seg beinleiðis í samband við mínar spælarar, og tað órógvar okkum. Tí eru allir spælarar hjá Chelsea hervið til sølu, og tey, sum eru áhugað í teimum, kunnu venda sær beinleiðis til mín, sigur Luiz Felipe Scolari.